Færøernes Politi: Skuldsettur fyri dráp


🇫🇴Politiið í Føroyum hevur tikið kanningararbeiðið uppaftur, viðv. illgrunasama deyða Mariu Fuglø Christiansen úr Hvannasundi, sum varð funnin deyð á sjónum í november 2012.

Kanningarnar í málinum viðførdu, at ein 23 ára gamal maður 11. juli 2018 varð skuldsettur fyri dráp. Skuldsetti varð avhoyrdur og noktaði seg sekan.

Skuldsetti noktar at úttala seg til politiið.

15. august 2018 varð í tíðindaskrivið heitt á fólk, sum hildu seg vita okkurt um málið, um at venda sær til politiið.

Hetta førdi við sær, at politiið fekk nýggjar upplýsingar í málinum.Politiið arbeiðir miðvíst við at avhoyra hesi fólk.

Tøkniliga menningin hevur eisini ført nýggjar kanningarmøguleikar við sær.

Enn er sera umráðandi at fólk, íð halda seg vita nakað um málið, venda sær til politiið.

Við atlitið til kanningararbeiðið, hevur politiið ikki fleiri viðmerkingar til málið í løtuni.

Heri Andreassen

kanningarleiðari

Hvad mener du om Lufthavnene? Du har op til 6 svarmuligheder

View Results

Indlæser ... Indlæser ...

Kalaallit Nunaat namminersornissaa kissaatigaajuk? - Ønsker du at Grønland skal være selvstændig?

View Results

Indlæser ... Indlæser ...